Í morgin, mánadagin, kemur nógv umtalaða fløgan hjá Madonnu út.
?Hard Candy?, ið fløgan eitur, er 11. fløgan frá popp-drotningini, og er róst til skíggja frá ummælarum.
Fløgan er framleidd av ongum minni enn Timbaland og Nate Danja Hills, og við á fløguni eru millum onnur Pharrell Williams, Kanye West og Justin Timberlake.
Tó verður sagt, at ongin av mongu kunstnarunum á fløguni, hava sett meir dám á fløguna, enn Madonna sjálv hevur.
Lagið, ?4 minutes?, ið varð givið út á stakfløgu, er longu nógv spælt og liggur ovaliga á øllum hittlistum.










