Nýggj fløga frá Jackson í november

Frá grøvini gevur Michael Jackson enn eina fløgu út. Tað er hansara fyrrverandi umboðsmaður, Frank DiLeo og Will.i.am, sum standa handan fløguna, við 10 ókendum Michael Jackson løgum. Tað er meira enn eitt ár síðani, at Michael Jackson doyði, men poppkongurin fer helst aftur at gera seg galdandi á hittlistunum, nú enn ein MJ fløgu kemur á marknaðin í heyst.

Í november kemur nevniliga ein fløgu við 10 ókendum Michael Jackson løgum á gøtuna.

 

Áðrenn hann doyði innspældi Michael Jackson løg við eitt nú Will.i.am frá Black Eyed Peas, Kanye West og Jay-Z. Tað er fyrrverandi umboðsmaðurin hjá Jackson, Frank DiLeo, ið stendur handan verkætlanini, saman við ymiskum framleiðarum, eitt nú Will.i.am, Akon og Ne-Yo.

 

-Tað eru nakrir sangir, sum vit spældu inn til ?Bad?, men teir komu ongantíð við. Kortini eru teir frálíkir, sigur DiLeo við rolingstone.com.

 

Tað er als ikki óvanligt, at Jackson gjørdi nógv løg til hvørja fløgu, sum hann síðani valdi ímillum.

 

-Hvørja ferð Michael Jackson innspældi, komu alt ov nógvir sangir burturúr. Hann gjørdi umleið 20 ? 30 løg til hvørja fløgu, sigur tann fyrrverandi stjórin í Sony Music, Tommy Mottola.

 

Víðari segði hann, at helst kunnu øll løgini, sum Jackson valdi frá, gerast hitt.