Høgni Lisberg gevur í næstum nýggja fløgu frá sær. Hetta er hin triðja hjá honum aftaná Most Beautiful Things (2003) og Morning Dew (2005)
Tað hevur ikki verið nógv at hoyrt til Høgna Lisberg í yvir eitt ár. Orsøkin er, at 26 ára gamli leirvíkingurin hevur sitið og smíðað nýtt tilfar.
Hettar seinasta árið hevur Høgni eisini verið í studio og tikið fløgu upp í samstarv við walisiska produsaran James Thomas.
Nýggja fløgan ber heitið ?HOGNI ? hare! hare!?.
Hon verður í fyrstu atløgu útgivin í Føroyum, og útgávudagurin er settur at vera 1. desember.
Hoyr lagið SOUL COMPANY á www.myspace.com/hognilisberg










