Longsulin heim til Føroyar hevur givið tekstunum á nýggju fløguni hjá Eivør ein serliga persónligan og troystarfullan dám
Í morgin kemur nýggja fløgan hjá Eivør Pálsdóttir, ?Mannabarn?, á gøtuna. Nøkur av løgunum hava í eina tíð verið at hoyrt á heimasíðuni hjá Eivør, og sum mong ivaleyst hava varnast, hava hesi løgini ein serliga inniligan dám.
- Sum útiseti fært tú eina nýggja og sterkari kenslu av, hvat hugtakið ?heim? inniber. Longsulin heim verður ein sterkur íblástur, og tað hevur sett sín dám á fløguna. Hetta er nokk mín mest persónliga og kensluborna útgáva higartil, sigur Eivør, sum hevur búð í Keypmannahavn seinastu árini.
Troystargóðir tekstir
Ein reyður tráður í tekstunum á fløguni tykist eisini vera troystarfulla trúgvin á, at tað dapra ongantíð heilt fær valdið. Handan myrkrið hómast altíð eitt ljós, aftanfyri grátin hoyrist altíð látur, og í sorgini kennast altíð brá av gleði.
Eivør hevur lagt serliga nógva orku í tekstirnir á nýggju fløguni, har hon hevur skrivað átta av teimum nýggju løgunum sjálv.
- Í so máta er hetta nokk mín mest búna fløga higartil, har eg eisini eri rættiliga tilvitað um, hvar eg standi tónleikaliga, sigur Eivør, sum samanumtikið metir fløguna vera meira lurtaravinarliga enn tær undanfarnu.