Nýggja fløgan frá Bob Dylan, Tempest, fær heili fimm stjørnur út av seks frá danska tónleikablaðnum Gaffa. Ummælarin heldur, at stórur møguleiki er fyri, at Tempest fer at standa eftir sum ein tann sterkasta Bob Dylan fløgan nakrantíð.
Í stíli leggur fløgan Tempest seg upp at teimum seinastu fløgunum frá Bob Dylan, har stórir sangir liggja uppat hvørjum øðrum í klassiskum útgávum..
Munurin millum undanfarnu fløgurnar og hesa nýggju er sambært ummælaranum hjá Gaffa, at hesir sangir eru ikki bara stórir teir eru monumentalir. Bæði løgini og teksturin eru nakað heilt serstakt eisini í mátistokkinum hjá Bob Dylan. Tempest vísur við hesum ein sangara við sera nógvari orku. Ummælarin hjá Gaffa nevnir eitt nú løgini Long and
Wasted Years, Scarlet Town, heitislagið, og Roll On John, sum er ein sangur til heiðurs fyri John Lennon. Í hesum sangi inndregur sangarin fleiri Beatles sitatir, sum mugu sigast at hóska seg ógvuliga væl.
Niðurstøðan av ummælinum er, at hendan fløgan møguliga fer at standa eftir sum ein tann sterkasta Dylan fløgan seinastu 10 árini.
Fløgan kemur á marknaðin í morgin.