Nýggj fiskasløg í Grønlandi

Veðurlagsbroytingarnar hava havt við sær, at fleiri nýggj fiskasløg eru funnin undir Grønlandi seinastu árini.

Tað skrivar navigatio, sum er blaðið hjá starvsfólkunum í Royal Greenland.

Men fyri at kunna fiska hesi fiskasløg krevjast fiskirættindi.

Blaðið hevur tosað við Jógvan Tróndarson, sum seinastu 25 árini hevur fiskað rækjur í Grønlandi.

Hann mælir reiðarínunum til at standa saman fyri at fáa kvotur. Tað ber ikki til, at hvør sær tekur stríðið upp við øll hini londini.

Jógvan Tróndarson hevur seinastu árini sæð bæði sild, svartkjaft og makrel i havinum við Grønland.