Nú verður skjótt enn ein farleið av Sundsvegnum yvir á Villingardalsvegin. Andrias Berg Spf. hevur fingið til uppgávu at gera ein veg av Villingardalsvegnum yvir í Blómubrekku.
Tað eru eini 30 ár síðani, at teir báðir høvuðsvegirnir í ovasta partinum av Havnini vóru bundnir saman umvegis vegin Undir Brúnni, og framvegis er tað einasta farleið millum teir báðar.
Fitt av ferðslu gongur eftir báðum vegunum og mong eru tey, sum nýta vegin Undir Brúnni og Villingardalsvegin, um bíðirøðirnar eftir Sundsvegnum eru ov langar.
Nú verður so enn ein farleið millum teir báðar vegirnar. Tórshavnar kommuna hevur gjørt avtalu við Andrias Berg Sp.f. um at gera ein veg frá Villingardalsvegnum yvir í Blómubrekku.
Frammanundan hevur Articon lagt fjarhitarør eftir einum strekki, har vegurin skal liggja. Tá arbeiðið er liðugt, verður altso koyrandi beint av rundkoyringini við Berjabrekku og yvir á Villingardalsvegin.