Nú byrjar ein nýggj barnarøð í sjónvarpinum.
Kringvarp Føroya fer undir at senda føroysku barnarøðina Vinus og Vimús, sum er fyri øll børn í barnagarðsaldri, tað vil siga eini trý til seks ár.
Í sendingini hitta vit fitta vinin Vinus, sum dugir væl at finna uppá og siga frá. Inni hjá Vinusi er hugnaligt, veggirnir eru litfagrir, og hann eigur nógvar bamsur og nógv leiku at spæla við. Og góðar bøkur.
Í eini holu undir hillini býr Vimús. Vinus og Vimús eru vinir hóast Vimús er ein mús. Alt sum Vinus eigur og finnur uppá, tað eigur Vimús eisini, ella næstan sama slag.
Hvørja ferð finna Vinus og Vimús uppá okkurt nýtt at vísa øllum. Sumt er torført at gera, sumt er torført at finna og sumt er nokkso torført at siga. Alla tíðina ber til at læra seg at siga øll orðini, hóast tey eru torfør.
Umframt hetta verður eisini ein nýggjur sangur við í hvørjari sending.
Tað verða sendar 7 sendingar fram til summarfrítíðina. Vinus og Vimús verður send fríggjakvøld klokkan hálvgum sjey.