Nýggj føroysk sjónvarpsrás

Arbeitt verður í løtuni við at skipa Rás 1 hjá Televarpinum. Líkt er til, at føroyingar við hesari rásini fáa eina rás, sum fer at senda føroyskt framleitt tilfar av ymsum slag. Millum annað eru tvey føroysk fótbóltsfeløg áhugaði í at senda á Rás 1

SJÓNVARP

Rás 1, sum er ein av rásunum í útboðnum hjá Televarpinum og Televarpið sjálvt eigur, hevur higartil ikki sent nakað enn. Ein onnur rás er løgd á plássi hjá Rás 1, men hetta verður kanska ikki so øgiliga leingi afturat. Talan verður tá um eina rás, sum eftir øllum at døma fer at senda føroyskt tilfar burturav.
?Tú kanst kalla hana eina alternativa føroyska sjónvarpsrás, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri fyri Televarpið.
Ein verkætlan er sett í gongd, sum millum annað hevur til endamáls at savna saman áhugamálini hjá teimum, ið hava vent sær til Føroya Tele við fyrispurningum. Stjórin í Televarpinum kallar verkætlanina fyri eitt kanningararbeiði.
Elin Heinesen er sett til at taka sær av hesi uppgávuna, og hon hevur higartil verið til arbeiðis í eina góða viku. Eftir ætlan skal ein rapport fyriliggja 28. februar.
?Úrslitið av hesum arbeiðinum skal so geva okkum eina fíggjarliga meting av, hvat er møguligt at fara í holt við. Vit ætla ikki, at tað skal taka fleiri ár at fáa hesa rásina upp á beinini, men ætla heldur at fara skjótt í gongd, sigur Tróndur Djurhuus.
Í sama viðfangi nevnir, hvør týdningurin av teimum næstu mánaðunum er.
Hann leggur serliga stóran dent á, at tað ikki verður Televarpið, sum fer at senda nakað sum helst av redaktionellum tilfari.
?Vit eru ikki nakar fjølmiðil og hava ongar ætlanir um at gerast ein. Vit eru ein útbreiðslu fyritøka, og tað vera so onnur, sum kunnu senda á netinum hjá okkum, men tað vera ikki vit, ið standa fyri hesum sjálvir, sigur Tróndur Djurhuus.

Føroyskur fótbóltur
Sambært Tróndi Djurhuus og Elini Heinesen hevur Televarpið ? ella rættari sagt Føroya Tele ? fingið rímiliga nógvir fyrispurningar frá feløgum, fyritøkum, einstaklingum og øðrum, sum hava víst áhuga fyri at sleppa at senda sjónvarp á Rás1.
Tað skal nevnliga eisini við, at tað er Føroya Tele, sum er arbeiðsgevari hjá Elini Heinesen, og tað er sostatt móðirfyritøkan, sum stendur fyri arbeiðinum.
Fyrispurningar eru millum annað komnir frá tveimum føroyskum fótbóltsfeløgum um at senda fótbóltsdystir. Enn ber illa til at siga nakað um, hvørt hetta verður sent beinleiðis, við samandráttum ella á annan hátt.
Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, váttar, at hetta ber hjá feløgunum, tá hugsað verður um rættindi.
?Tað er tann vanliga hugsanin, at tað eru feløgini sjálvi, ið eiga rættindini.Eg vildi tað verið snilt,um gjørd varð ein felagsavtalu gjøgnum SvF, men tað er einki, ið forðar fyri, at feløgini senda dystirnar hjá sær sjálvum, sigur Ísak Mikladal.
Hann nevnir, at tað hevur upp á tal, at gjørt eina avtalu um sjónvarpsrættindi til føroyskan fótbólt, og eitt uppskot um at senda beinleiðis fótbólt mánakvøld hevur eisini verið uppi og vent. Higartil er tó einki spurt burturúr. Sostatt er hesin møguleikin ógvuliga forkunnugur.
Eisini ein KT-fyritøka hevur vent sær til Føroya Tele við ætlanum um at kunna bjóða multimedia tænastur.
Onkur andaligur felagsskapur, m.a. ein í Eysturoynni, hevur eisini vent sær til Føroya Tele við fyrispurningi.
Somuleiðis eru fyrispurningar komnir frá lokal feløgum og einum felagi, sum ætlar sær undir at framleiða bíligari redaktionelt føroyskt sjónvarpstilfar.
Samband hevur eisini verið við ein føroyskan fjølmiðil, sum hevur víst áhuga fyri at víðka um sítt virksemi til eisini at umfata sjónvarp.

Einki konkret
Elin Heinesen veit at siga, at fyri tað heilt nógva bert eru talan fyrispurningar, og lítið konkret er á borðinum. Hon er júst farin undir at tosa við tey áhugaði, og hon sigur seg hava ilt við at siga nakað um, hvussu realistisk hugskotini eru.
?Hugskotini eru góð. Onkur hava eisini konkret hugskot, men tað verður í síðsta enda tann fíggjarligi parturin, sum verður avgerandi, sigur Elin Heinesen.
Hon nevnir, at skal hetta vera til veruleika, so er besta boði eitt slag av ?community-TV? ella lokalt sjónvarp av onkrum slag. Fíggjarliga verður valla komin upp á sama støði sum Sjónvarp Føroya.
Enn er tað eisini ógreitt, hvussu tann fíggjarliga parturin verður skrúvaður saman. Talan verður í síðsta enda um at leiga ella keypa senditíð á Rás1. Nú skal so eitt kanningararbeiði so gerast.