Nýggj føroysk krimi um kinesarar og loyniliga samráðingar

Týskvøldið fekk Kringvarpið fútabann at greiða frá fundi millum kinesarar og landsstýrið í Degi og viku. Og sum framhald av hesum kemur í morgin út nýggj krimi frá fremsta krimihøvundi okkara, Jógvani Isaksen, sum júst snýr seg um loyniligar samráðingar millum Kina og landsstýrið.

– Føroyprent hevur lovað, at bókin skal vera liðug í morgin, so vónandi verður ikki sett fútabann ímóti »Arktis«, tá ið myndugleikarnir finna út av, hvat hon snýr seg um, sigur Jógvan Isaksen skemtandi.

Um bókina sigur forlagið soleiðis í tíðindaskrivi:

»Í nýggju krimisøguni "Arktis" eftir Jógvan Isaksen eru loyniligar samráðingar millum Kina og landsstýrið ein kjarnin. Krimibókin kom út í gjár, og enn er ikki sett fútabann ímóti bókini.

Ein fjøld av kinesarum vitjar í Føroyum, og William Hammer og Skansadeildin fáa uppspurt, at hetta er ein sendinevnd, sum er komin at samráðast, men um hvat? Hvørki løgreglan, ferðavinnan ella tíðindafólk vita nakað um hesa vitjan, og myndugleikarnir eru sum farnir undir heilt. William Hammer fær varhugan av, at alt ikki ruggar rætt, at núverandi landsstýrið spælir eitt skuggaspæl og vil loyva Kina at fáa fótin fastan í Føroyum. Føroyar eru nevniliga limir í Arktiska Ráðnum, og tað er akkurát tað, sum Kina tráar eftir.

Arktis er sætta krimisøgan um William Hammer og Skansadeildina.

Jógvan Isaksen: Arktis. Marselius. 278 bls. kr. 298«