Nýggj føroyakort tøk á netinum

Umhvørvisstovuna hevur saman við kortstovninum SDFE gjørt nýggj topografisk føroyakort

Danski kortstovnurin SDFE hevur í samstarvi við Umhvørvisstovuna gjørt nýggj topografisk føroyakort, sum nú eru tøk á internetinum. Kortini eru gjørd eftir fylgisveinamyndum, og Umhvørvisstovan hevur latið tilfar um eitt nú bygningar, vegir og strandalinju.

 

Nýggju kortini verða ikki prentað, men eru einans tøk á netinum.

 

Talan er um fýra korttema: eitt topografiskt føroyakort í litum ella svart/hvítt, eitt skuggakort, 5 metra hæddarkurvar og eitt myndakort frá fylgisveini.

 

Til ber at síggja yvirlit av kortunum á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

 

Kortmyndugleikin er danskur, men Landsstýrið arbeiðir sambært Umhvørvisstovuni við at yvirtaka myndugleikan, so føroyakortið verður ætlandi leysgivið í hesum sambandi.