Nýggj fólk í Heilafelagnum

Árligi ađalfundurin hjá Heilafelagnum varð hildin leygardagin 25.mars.

 

Millum annað var nevndarval var á skránni og er nevndin nú mannað við hesum fólkum:

 

·        Maud Wang Hansen, forkvinna,

·        Emil Michelsen, afturvaldur,

·        Estur Lognberg, kassameitari,

·        Jógvan Telling, nevndalimur,

·        Solbjørg Frederiksbeg, nývald.

·        Tiltakslimir eru Sunneva Davidsen og

·        Tove Johansen, afturvald.

 

Felagið sigur, at ađalmáliđ hjá nevndini komandi árið er eitt sjónligt felag iđ stríđist fyri betri møguleikum hjá fólki viđ seinheilaskađa og virksemiđ komandi áriđ verður ein stađfesting av, at Heilafelagiđ í ár hevur 20 ár á baki.

 

Í ljósinum av, at tað í Føroyum eru 130 fólk, ið árliga verða rakt, leggur nevndin dent á, at tað er umráðandi, at ábyrgdarfólk, politikarar, málviðgerðar og borgarar eru tilvitaði um, hvat tað merkir, at verða rakt/ur av heilskaða, hvørt tað er av blóðtøppi ella bløðing í heilanum ella tað er av sjúku ella vanlukku. Fygjurnar eru sera umfatandi bæði fyri tann rakta og fyri teirra avvarðandi.