Einki er so strævið, sum tá streymurin brádliga fer. Men hetta kann, og hetta ætlar SEV at gera nakað við.
Tað hendir tíbetur ikki so ofta at streymslit er, og tá tey so endiliga eru, gongur sjáldan long tíð til viðurskiftini eru í lagi aftur.
Men í SEV eru tey altíð uppá vakt fyri at tryggja øllum húskjum í landinum ein regluligan og eisini bíligan streym. Og tá hugt verður eftir fíggjarætlanini hjá SEV fyri 2005 sæst, at hon eisini leggur upp til tað sama.
Útbyggja
Komandi ár verður tí eisini lagdur dentur á at menna og útbyggja elkervið. Hetta verður gjørt fyri at økja um veitingartrygdina og møguleikunum fyri størri fleksibiliteti í rakstrinum.
Sum ein part av hesum málsetningi ætlar SEV at leggja - ella byggja, sum teir siga - eina nðggja 60 kV linju millum el-verkið á Sundi og Skálabotn.
Hetta arbeiðið er í roynd og veru longu farið í gongd, og gongur arbeiðið sum tað skal. Mett verður tí, at henda linjan kann takast í nýtslu seint komandi ár. Samstundis verða fleiri av teimum 40 ára gomlu transformarunum skiftir út.
Í sambandi við nýggja háspenningarkaðalin millum Sundsverkið og Skálabotn hevur Fjarhitafelagið ætlanir um at leggja eina fjarhitaleiðing millum Sundsverkið og Sandvíkahjalla. Hetta verður gjørt fyri at kunna gagnnðta avlopshitan frá motorunum á Sundi til eina fjarhitaskipan í Hoyvíkshaganum.