Nýggj byrjan er altíð góð

Tað er hugaligt, tá allir partar rundan um manslandsliðið í hondbólti staðfesta, at tað farna er farið, og at nú verður byrjað av nýggjum. Og hjá øðrum er tað eisini ein nýggj byrjan, bara tú sleppur upp í part

Rokilsið í vetur rundan um manslandsliðið í hondbólti kastaði sínar skuggar yvir hondbóltin í eina tíð – alt ov langa tíð! Tað er altíð keðiligt, tá annað enn tað ítróttarliga kemur í fokus, men líka so gleðiligt er tað, at allir partar nú eru sinnaðir at leggja alt tað farna aftur um seg. Tað hava teir á og rundan um manslandsliðið nú gjørt, so tí verður dysturin ímóti Sveis í kvøld í so máta ein nýggj byrjan.

So kunnu vit annars vóna, at »ein nýggj byrjan« eisini fer at smitta sjálvt spælið. Liðið treingir ið hvussu er til at fáa eitt sindur meira burturúr, enn í fyrstu trimum av teimum fýra dystunum higartil í EM-undankappingini. At tapa við 20 málum í miðal er sanniliga ikki stuttligt! Men nú spælararnir skuldu verið í toppformi, kunnu vit vóna, at dysturin í kvøld eisini verður ein nýggj byrjan hjá hondbóltslandsliðnum – ítróttarliga sæð.

Og nú vit tosa um nýggja byrjan, so fer Fótbóltssambandið undir at skipa fyri fótbóltskappingum fyri fólk við breki, og tað fegnast tey um í bæði ÍSB og Special Olympics. Hetta er eitt týðandi stig á leiðini, har ráðandi hugburðurin má vera, at ítróttur er fyri øll og at øll kunnu sleppa upp í part. At so størsta og sterkasta sersambandið gongur undan, er ikki annað enn náttúrligt, og tað eigur Fótbóltssambandið at fáa rós fyri.

Eisini á einum øðrum móti hava brekað og menningartarnað fingið eina nýggja byrjan, tí í farnu viku var sett á stovn nýtt ítróttarfelag fyri brekað í Eysturoynni, sum hevur vakra navnið Svanur. Tað er stuttligt at síggja, at Svanur longu á stovnandi aðalfundinum fekk luft undir veingirnar, og kanska verður hetta spírin, ið fær fleiri líknandi feløg at spretta kring landið. Men eigur ítrótturin at vera fyri øll, áttu kanska eisini verandi ítróttarfeløg innan allar ítróttargreinar at umhugsað, um tey ikki skuldu latið dyrnar víðari upp, so tey eitt nú høvdu deildir innan ÍSB við sum part av sínum virksemi. Tað hevði verið vorðið sum nýggj byrjan!