Nýggj burgarabarr letur upp í Havn

Dansistað verður umbygt til burgarabarr

27. juli fáa matstovurnar í høvuðsstaðnum enn ein kappingarneyta, tá nýggja burgarabarrinn HAPS letur dyrnar upp í Klubbagarðinum.


Tað er Sigmund Mikkelsen, ið er høvuðsmaður handan nýggju matstovuna, ið ikki fer í beinleiðis kapping við núverandi burgerbarrir í høvuðsstaðnum, ið selja fastfood. Í staðin fer nýggja burgarabarrin at líkjast donskum burgarabarrum sum Halifax og Cock's & Cows.


- Hetta er ikki fastfood, men tað vit kalla ein hágóðskuburgarabarr. Tað verður nýmalið og ordiligt oksakjøt, og tað mesta verður gjørt frá grundini, sigur Sigmund Mikkelsen.


Miðað verður eftir at lata dyrnar upp 27. juli.