Blackberry hevur havt nøkur trupul ár á marknaðinum fyri snildfonir, har iPhone og ymsar Android-útgávur hava vunnið stórar marknaðarpartar.
Tí hevur Blacberry tørv á at styrkja sína marknaðarstøðu, og nú verður ein roynd gjørd at endurvinna støðuna.
Um vikuskiftið var stór framløga av tveimum nýggjum snildfonum frá Blackberry, og eita hesar Z10 og Q10. 10-talið vísir til nýggju stýriskipanina, Blackberry 10.
Z10 hevur ein 4,2 skíggja við 1280X769 pixels og einum tættleika á 356 ppi, 1,6GHz dual-core, 2 GB RAM, 16 GB minni (kann víðkast til 32GB), Bluetooth 4.0 og tveimum myndatólum við ávíkavist 8 og 2 MP.
Q10 hevur nakað minni skíggja og knappaborð, men hevur annars somu hardware.
Í fyrstu atløtu verður telefonin at fáa til keyps í Stórabretlandi, og í mars sleppa amerikanarar at keypa hana. Enn er óvist, um hon verður at fáa til keyps í Norðanlondum.