Nýggj Barna­tann­læknastova raðfestast høgt

Á ferð í Jútlandi hevur sosiala nevnd fingið nærri innlit í, hvussu dansk­­ar kommunur hava skip­að barnatannrøktina og bygt nýggjar barna­tann­lækna­klinikkir. Eisini hev­ur nevndin fingið neyva kunning um, hvussu komm­unurnar skipað eldra­røkt­ina, her­undir um bygg­ing av eldra­íbúðum.

Halla Samuelsen
býráðslimur og forkvinna í sosialu nevnd

Nevndin hevur vitjað fýra kommunur – Aalborg, Frederikshavn, Viborg og Billund. Ferðin er liður í arbeiðinum hjá nevndini at fyrireika ætlan um at byggja nýggja tannlæknastovu til barnatannrøktina, sum eisini skal fevna um orto­dontiina. Tað liggur eisini í kortunum, at føroysku kommunurnar skulu yvir­taka alla ábyrgd av eldra­røktini.
Eftir at hava vitj­að 4 ymsar barna­tann­lækna­klinikkir í Aalborg og Frede­rikshavn er eyðsýnt, at hølis- og virkisumstøðurnar hjá okkara egnu Barna­tann­læknastovu eru alt ov trongar og ótíðarhóskandi. Tað er bert tí, at vit hava so dugnalig starvsfólk á stovn­inum, at til ber at halda virkseminum á sama stigi sum í donskum komm­unum.
Avbjóðingin hjá Tórs­havn­ar kommunu er tó ikki bert at byggja nýggja tannlæknastovu. Higartil hevur kommunan havt av­talu við Bergtóru Han­us­ar­dóttir um orto­donti­við­gerð­irnar, men hesar skulu nú skipast beinleiðis undir Barnatannlæknastovuni. Nevndin fekk tí eis­ini kunning um, hvussu donsku barna­tann­lækna­klinikk­irnar eru skipaðar, og hvussu klinikkirnar eru uppbygdar í mun til arbeiðs­gongdir.
Á ferðini luttóku eisini Sigrid Arge, leiðari á Barna­tannlæknastovuni, Unn Jacobsen, tannlækni, og Berg­tóra Hanusardóttir, ser­tannlækni í ortodonti.
Tað var eisini sera áhuga­­vert at síggja, hvussu Viborg og Billund hava skip­­að sítt eldrarøktarøkið bæði í mun til tænastur, fígg­ing, visitatión og íbúðar­­møgu­leikar til ymsar bólk­ar av eldri. Umframt at síggja fleiri ymsar eldra­íbúðir og fígging av slíkum, fekk nevndin gott innlit í umsitingarligu avbjóð­ing­arnar, nú økið skal leggj­ast til kommunurnar.
Sosiala nevnd var um­boðað av Hallu Samuelsen, forkvinnu, Marin Katrinu Frýdal og Vagni Johannesen. Saman við nevndini luttóku eisini Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, og Unnie Justinussen, ráðgevi.