H.N.Jacobsens Bókahandil er byrjaður uppá at geva bøkur út í einari áhugaverdari bókarøð H.N.Jacobsens Bókahandil er farin undir nýggja bókarøð um ymisk føroysk evni. Fyrstu tvær bøkurnar í røðini eru komnar út. Onnur er um Grind og Grindadráp og hin um Føroyska List. Ta fyrru hevur Dorete Bloch, lívfrøðingur, skrivað, og hina hevur listfrøðingurin, Inger Smærup Sørensen, skrivað.
Bøkurnar eru fyrst og fremst ætlaðar ferðafólki, ið hava tørv á álítandi og dagførdum upplýsingum um føroysk viðurskifti, men eru eisini áhugaverdar og viðkomandi hjá føroyingum. Tær eru á enskum og donskum.
- Okkum hevur leingi vantað tílíkar bøkur, ið viðgera evni, sum ferðafólk hava áhuga fyri, sigur Ingigerð á Trøðni, leiðari á Kunningarstovuni í Havn.










