Nýggj bók við Hervør og Høgna

Føroya Skúlabókagrunnur gevur út nýggja grundbók í føroyskum til næmingar í triðja flokki Bókin byggir á tær báðar undanfarnu bøkurnar, Hervør og Høgni í skúla og Hervør, Høgni og hini

Nýggja bókin, ið tekur støði í heimligum umhvørvi, skal hjálpa næmingunum at automatisera lesingina og læra teir nýggj orð.

Umframt vanlig innihaldslig evni, so sum árstíðir og høgtíðir, tekur bókin eisini upp trupul evni sum deyða, hjúnaskilnað og happing.

Til bókina Hervør og Høgni í triðja verða tvær arbeiðsbøkur. Hin fyrra verður klár til skúlaársbyrjan. Arbeiðsbøkurnar eru gjørdar soleiðis, at næmingarnir í stóran mun kunnu arbeiða sjálvstøðugt við uppgávunum.

Eisini lærara- og foreldravegleiðing er gjørd til bókina Hervør og Høgni í triðja. Foreldravegleiðingin er ein faldari, meðan læraravegleiðingin verður tøk á www.fsg.fo Her verður víst til ískoytistilfar og kjakevni at taka upp í undirvísingini í føroyskum í triðja flokki. Øll bókin er harafturat lisin inn á dátufløgu, sum fylgir við sjálvari bókini. Á hesi fløguni eru eisini sangir, ið fylgja tekstinum og tilfarinum í bókini.

Til bókina Hervør og Høgni í triðja eru arbeiðsbøkur, lærara- og foreldravegleiðing og ein fløga við upplesturi og sangum.