Hvørt mansbarn í Føroyum man kenna frásøgnina í Bíblinui um, hvussu Gud leiddi ísraelsfólk úr Egyptalandi og gjøgnum oyðimørkina til tað lovaða landi.
Hetta er eisini evnið í nýggjari bók eftir prædikumannin og høvundan Osvald Kjærbo.
Andalig vegleiðing
Við bókini Skuggamyndir hins komandi. Úr Egyptalandi til Kaanan – Úr trældómi til frælsi setir Osvald Kjærbo frásøgnina eisini í mun til okkara tíð. Hann vísir á, at frásøgnin um ísraelsfólk samstundis er ætlað sum vegleiðing og eggjan til øll kristin í dag, ið eins og ísraelsfólk á sinni, eisini ferðast gjøgnum eina oyðimørk á ferðini móti lovaða landinum, sum er himmalin.
Osvald Kjærbo sigur seg altíð hava verið sera hugtiknan av frásøgnini um ferðina hjá ísraelsfólki. Sjálvur hevur hann granskað nógv í evninum og eisini undirvíst í tí í mong ár á møtum og skeiðum kring landið.
Í bókini vísir Osvald Kjærbo á, at ungdómurin sjáldan hoyrir um hetta evnið á møtum í dag. Tí hevur hann skrivað bókina Skuggamyndir hins komandi, ið hann vónar, at lesarin kann brúka sum vegleiðing og andaliga hjálp.