Salmiakk og spøki er heitið á nýggjari bók til tey 10-12 ára gomlu, sum Bókadeildin júst hevur givið út. Salmiakk býr úti á bygd í Norðnesi og verður altíð happaður, kanska serliga tí at hann er komin úr býnum út á bygd at búgva. Tað ringasta er, at hann ongan vin eigur at spæla við. Ein dagin flytur Spøki inn í kamarið hjá Salmiakk, og síðan verður alt broytt, tí hann gevur Salmiakk dirvi at standa ímóti ágangi.
Mono Nilsson-Brännström, ið skrivað hevur bókina, sigur her frá um happing, tunglyndi, skilnað, men eisini um góðsku og tryggleika. Hóast evnið er álvarsamt, so er bókin ikki syrgilig, men tvørturímóti er hon á tremur við skemti og klikkaðum hugskotum. Bergur Rasmussen hevur týtt úr svenskum.