Nýggj bók um fiskiskap og fjølbroyttar ásetingar

Í gjárkvøldið var framløga av bókini, Fiskiskapur – fjølbroyttar ásetingar í Miðhøllini á Skúlatrøð, sum Óli Samró hevur skrivað eftir 25 ára eygleiðingar, um hvussu fiskivinnan er skrúvað saman í treimum ymsu londum.

 

Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevnd býráðsns bjóðaði vælkomin og gav orðið til Óla Samró, sum greiddi frá innihadinum í bókini. Eisini varð høvið at seta fram spurningar, og varð dúliga spurt frá áhugaðu lurtarafjøldini, har m.a. eisini  landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevði leitað sær til Klaskvíkar at lýða á.

 

Rithøvundin skrivar m.a. “Fjølbroytt er, hvussu londini áseta, hvørjum fiskivinnan skal tæna, og hvør tað er, ið eigur fiskin. Í Føroyum er orðingin: “... ogn Føroya fólks.” Í Norra: “... ligg til fellesskapet i Noreg”, í Íslandi: “...standi undir lífsafkomu og hagsæld þjóðarinnar”.

 

Í øllum londum eru stríðsmál millum samfelagsbólkar. Politisku og vinnuligu áhugamálini eru ymisk og stór. Nøkur halda, at kvotur er besta loysnin, meðan onnur halda fiskidagar. Stríð er um, hvussu loyvir eiga at útlutast, eftir søguligum fiskiskapi ella boðin út á marknaði. Ósemja er um, annaðhvørt útlendingar kunna eiga fiskiskip og loyvir, ella ikki”.

 

Bókin fæst til keyps í bókhaldlunum kring landið.