Seinnapartin í dag verður ein nýggj bók um fiskar undir Føroyum løgd fram Á fyrsta sinni kemur út upprunaføroysk bók um allan tann fisk, ið er skrásettur at liva undir Føroyum. Tað er Rógvi Mouritsen, ið sum fiskimaður og biolog-assistentur á Fiskirannsóknarstovuni hevur savnað vitan um fiskasløg í føroyskum sjóøki. Tilsamans 235 fiskasløg eru skipað í hóp, ætt og slekt í nýggju bókini Fiskar undir Føroyum, sum Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan geva út
Í tey stívliga 30 árini, Rógvi Mouritsen hevur verið biolog-assistentur á Fiskirannsóknarstovuni, hevur hann verið við í fiskikanningum undir Føroyum og aðrastaðni í Atlantshavinum.
-Eg havi nakað av snellu-, ymsum línu- og garnaroyndum, men serliga við troli á stórt sæð øllum leiðum við Føroyar. Haðani havi eg nógvar av mínum royndum og vitan um fisk, men eisini frá lesnaði, og frá fiskimonnum, sum eg var saman við, sigur Rógvi Mouritsen, nú bók hansara Fiskar undir Føroyum kemur út seinnapartin.