Nýggj bók um føroyskan kommunupolitikk

Kommunupolitisk umboðan í Føroyum er á breddanum í nýggjari bók, sum kemur út í dag




Nú tað stundar til kommunuval, bjóðar Forlagið Fróðskapur eitt fínt høvi at síggja alla kommunuskipanina í einum størri høpi við nýggju bókini Kommunupolitikkur.

Bókin kemur út í dag, og í sambandi við útgávuna verður almenn móttøka klokkan 15 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncksgøtu 25, 4. hædd.

Bókin er úrslit av verkætlan millum høvundarnar og byggir í stóran mun á nýinnsavnað tilfar, til dømis dátubasu yvir uppstillað og vald, spurna¬kanningar millum tey uppstillaðu til kommunuvalini 2000 og 2004, samrøður við politikarar og embætisfólk í kommunala sektorinum, og samrøður við limir í teimum trettan staðbundnu nevndunum. Granskingarráðið gav verkætlanini stuðul í 2006 og 2007, og Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur staðið fyri fyrisitingarliga partinum. 



Kommunupolitisk umboðan

Nýggja bókin viðger ymiskar spurningar í samband við kommunupolitiska umboðan í Føroyum. Kommunur eru bæði stovnar, sum umboða lokala fólkaræðið, og fyrisitingarligar eindir, sum eru undirlagdar ein sentralan myndugleika. Víst verður á ymisk søgulig og ástøðilig rák um, hvat ið hevur verið hildið at vera rætta stødd á kommunum. Eisini verður komið inn á spurningin um nýtt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur og nýggjan kommunubygnað. Broytingarnar, sum komu við nýggju kommunu¬stýrislógini í 2000, verða neyvt lýstar. Eitt av evnunum, ið eisini fáa serliga umrøðu, eru staðbundnar nevndir, har millum annað verður lýst, hvat lógargrundarlagið er fyri teimum, og hvussu tær ymisku nevndirnar arbeiða.

At enda í bókini verður hugt at tølum frá dátubasuni og spurnakanningunum millum uppstillað til kommunuvalini: Hvussu eru val til býráð og bygdaráð skipað, hvat slag av listum eru í ymiskum kommunum, og hvussu nógv verða uppafturstillað og afturvald? Hvussu væl umboða tey uppstillaðu og valdu ymiskar bólkar? Fokus verður eitt nú sett á undirumboðanina av kvinnum í kommunupolitiskum høpi, og hvussu roynt hevur verið at betra kvinnuumboðanina. 



Styrkja medvit

Frá forlagnum verður sagt, at ætlanin við bókini er at styrkja medvit um og áhuga fyri lokala fólkaræðinum í Føroyum. Tær avgerðir, ið nú verða tiknar um at broyta galdandi kommunuskipan, eru størstu yvirskipaðu átøkini síðan 1872 at mynda kommunupolitikkin. Reyði tráðurin í bókini bók er, um hesar broytingar fara at bera við sær eina víðkan ella eina skerjan av politiska valdinum og fólkaræðinum í lokalsamfeløgunum.

Beinta í Jákupsstovu, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, Fróðskaparsetur Føroya hevur ritstjórnað bókina. Hini, sum skrivað hava, eru Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, Bjørg Jacobsen, nevndarskrivari, og Bárður Larsen, løgfrøðiligur ráðgevi í KSF.

Umframt høvundarnar hevur granskarin Eli Kjersem við Høgskolen i Molde luttikið í verkætlanini, og fyribils úrslit hava verið umrødd á norðurlendskum kommunu¬granskingarstevnum.

Tað er Forlagið Fróðskapur sum gevur út bókina, sum er 200 blaðsíður. Ingi Joensen/Grafik Studio hevur gjørt permuna.