Nýggj bók um bíbliugransking

Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, hevur skrivað bók, har hann varpar ljós

á nakað av tí, sum kritiska bíbliugranskingin er komin eftir Bókin snýr seg um tann varðveitta bíbilska tekstin og í minni mun um tann søguliga veruleika, sum fjalir seg aftan fyri tekstirnar. Víst verður m.a. á, at tekstirnir í Bíbliuni aloftast eru skrivaðir av ónevndum høvundum langt aftan á eftir tær hendingar, sum teir snúgva seg um. At tað ofta er trupult at fáa innihaldið í tekstum í Gamla Testamenti at samsvara við

fornfrøðiligar kanningar. Víst verður eisini á, at einki upprunahandrit finst av nøkrum teksti í Bíbliuni. Og at tekstirnir í Nýggja Testamenti eru varðveittir í so nógvum og ymiskum handritum, at granskarar í veruleikanum ikki vita, hvussu nógvir munir eru millum tey. Høvundurin vísir í bókini á hópin av dømum um, at seinni kristnir avritarar hava broytt, lagt aftur ella

broytt tekstirnar av gudfrøðiligum grundum.

Bókin er skrivað fyri at vísa á, at granskingin fyri langari tíð síðan hevur prógvað, at einki hald eri í tí fundamentalistiska bíbliusjónarmiðinum, sum

heldur uppá, at Bíblian øll sum hon er er íblást av Gudi. Bókin snýr seg ikki um gudfrøði, men um søguliga trúvirðið í teimum varðveittu bíbilsku tekstunum, sum høvundurin heldur uppá eru orð um Gud.

Hetta er onnur bókin hjá Hans Andriasi Sølvará, sum Fróðskapur gevur út í ár. Í mars kom út Adressumálið. Donsk-føroysk viðurskifti undir fyrra heimsbardaga. Nýggja bókin er 210 bls. og kostar 248 kr.