Enn einaferð hevur amerikanski rithøvundurin Kitty Kelly gjørt vart við á ein slíkan hátt, at navn hennara er í øllum amerikonskum fjølmiðlum. Hon er kend fyri sínar ævisøgur og hevur millum annað skriva bøkur um Frank Sinatra, Elizabeth Taylor, Nancy Reagan og Elisabeth bretadrotning. Felags fyri bøkurnar er, at høvundurin fer sera nær teimum, sum hon skrivar um, og at hon skrivar ymiskt, sum eingin ella í hvussu er fáur annar hevði tikið upp á tunguna.
Nú hevur hon skrivað eina bók um George W. Bush, forseta, og heldur ikki í hesari bókini leggur høvundurin fingrarnar ímillum. Eitt nú vil Kitty Kelly vera við, at tá George Bush eldri var forseti frá 1989 til 1993, plagdu George yngri og bróðurin Marvin at nýta rúsevnið kokain, tá teir vóru og vitjaðu pápan í Camp David. Hetta hendi ikki bara einaferð, men fleiri ferðir, skrivar hon.
Hvaðani hon hevur upplýsingarnar? Jú, Kitty Kelly so líkt hevur hon upplýsingarnar frá Sharon Bush, sum er fyrrverandi kona Neil Bush, sum er bróður forsetans. Síðani bókin kom út, hevur Sharon Bush roynt at avsanna tað, sum stendur í bókini, men hon tóktist ikki serliga sannførandi, skrivar Jyllandsposturin.
Hvítu Húsini hava av-sannað alt, sum stendur í bókini. Talsmaðurin hjá Bush, forseta segði mánadagin, at einki hald er í tí, sum Kitty Kelly skrivar.
Sambært Jyllandspost-inum er tað ivasamt, um bókin um Bush fer at fáa nakra ávirkan á forsetavalið í heyst, men hansara ráð-gevar fáa eitt sindur afturat at gera.










