Nýggj bók frá Fróðskapi

Fróðskapur hevur givið út nýggja bók, "Vestnordisk språkkontakt gjennom 1200 år". Hetta er ein bók við 14 greinum um málini og málsambandið, sum hevur verið ímillum Vesturnoreg, Ísland, Føroyar, Hetland og Orknoyggjar.

Tilfarið í bókini er frá eini ráðstevnu í Bergen við sama heiti, sum Universitetet i Bergen og Stofnun Vigdísar Finnbogadóttur skipaðu fyri í 2010. Ritstjórar eru Gunnstein Akselberg, professari og Edit Bugge, Ph.D. lesandi, sum bæði arbeiða á Bergens Universitet. Bókin er 309 síður og kostar 250 krónur.

Samband hevur verið millum fólk um høv og landamørk í Vesturnorðurlondum í 1200 ár. Í bókini eru greinir, sum varpa ljós á ymiskar síður av hesum vesturnorðurlendska málfelagsskapinum. Greinirnar eru býttar í seks evnisbólkar um eitt nú málsøgu, mál og bókmentir, fólka- og staðarnøvn og málbygnað.

Fróðskaparsetur Føroya vísir í tíðindaskrivi á, at Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands og Ole Didrik Lærum, fyrrverandi rektari við Bergens Universitet, vóru heiðursgestir á ráðstevnuni. Bókin er eisini ognað teimum báðum. Tey innleiða bókina við hvør sínari heilsan, Vigdís Finnbogadóttir undir yvirskriftini Sprogets magi, og Ole Didrik Lærum undir yvirskriftini Den språklege slektskapen.

Permumyndin, sum Trine Lindheim hevur gjørt, kallast Brobyggeren. Útgávan er stuðlað av Bergens Universitetsfond.