Nýggj Bíbliuútgáva er á veg

Og Nýggi Sáttmálin verður skjótt prentaður av nýggjum.

Í samband við 500-árahaldið fyri reformatiónina, gav Føroyska Bíbliufelagið út eina nýggja týðing av Nýggja Testamenti, nevnd Nýggi Sáttmálin. Talan er um eina lættlesiliga endursøgn av Nýggja Testamenti.

 

- Henda føroyska útgávan er tillagað føroyskum lesarum, og vit kunnu ikki siga annað enn, at hon hevur verið væl umtókt, staðfestir ein fegin Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari í Bíbliufelagnum, sum tíðindaportalurin trubodin.fo hevur tosað við.

 

Prentaði vóru 3000 eintøk av hesi útgávuni, men ein stórur partur av útgávuni er longu útseldur. Og nú er Bíbliufelagið farið undir at at arbeiða við eini nýggjari útgávu. Gongur so sum Bíbliufelagið ætlar, verður henda útgávan av Nýggja Sáttmálanum at fáa um eitt gott ár.

 

Bíbliufelagið arbeiðir tó ikki bert við hesi útgávuni. Arbeitt verður somuleiðis við at fáa gevur út eina nýggja týðing av allari Bíbliuni, og tað á nútíðar føroyskum máli.

 

Gunnar Nattestad upplýsir, at hetta er tann týðingin, sum Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur okkara, fór í holt við, meðan hann var í hesum starvi. Fyri fáum árum síðani handaði hann Bíbliufelagnum hesa týðingina.

 

Hans Jacob Joensen hevði týtt allar bøkurnar í Bíbliuni, uttan Sálmarnar í Gamla testamenti. At týða Sálmarnar hevur David Johannesen, fyrrverandi prestur í Vágum átikið sær.  

 

- Væntandi tekur arbeiðið nøkur fá ár afturat, sigur Gunnar K. Nattestad við Trúboðan. - Men vit eru í ferð við at brynja okkum út til hesa stóru nýútgávu, bæði verkliga og fíggjarliga. Vit vóna, at dagurin ikki er so langt burtur, tá tann nýggja Bíblian kemur út, sigur hann.

 

Les meiri á heimasíðunum hjá Trúboðanum og hjá Fólkakirkjuni.