Sjálvstýrisflokkurin fær tveir nýggjar flokkar at samstarva við í andstøðu. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin skulu nú venja seg við andstøðuleiklutin Gamla landsstýrið situr til næsta tingfund, og tí vóru eykafólk vald fyri verandi landsstýrisfólk úr tinginum í dag.
Hjá Sambandsflokkinum komu Marjus Dam og Helgi Abrahamsen inn sum tiltakslimir, meðan Heðin Zachariassen og Óli Breckmann sita sum eykamenn hjá Fólkaflokkinum.
Men hesir fáa ikki fastan sess á tingið, nú Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fara í andstøðu.
Kaj Leo Johannesen helt fyri við pressuna, at nú hevði andstøðan fingið so nógv spaltupláss í fýra ár, og nú vónaði hann, at nýggja andstøðan fekk somu sømdir.










