Bæði Elin Lindenskov og Vagnur Johannesen eru í løtuni í farloyvi, og tí koma eykalimirnir inn í býráðið í Havn Nú fíggjarlógin fyri komandi ár er til viðgerðar, er fundarvirksemið dúgligt í Tórshavnar býráð. Fundur verður nú hósdagin, og ein nýggjur fundur verður longu aftur í komandi viku.
Nú hósdagin verða mál fyri sum eitt nú vindmyllur, moldgoymslan í Kollfjarðadali nærhendis Royndarstøðini, sum skal »avviklast«.
- Eisini kemur spurningurin um 10. flokk í skúlunum í Havn fyri eftir ynski frá einum av býráðslimunum. Sølutorgið í Vágsbotni skal eisini til viðgerðar, og so eisini útstykkingin í Nólsoy, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hann upplýsir annars, at bæði Elin Lindenskov úr Javnaðarflokkinum og Vagnur Johannesen úr Fólkaflokkinum eru í farloyvi, og í teirra stað møta ávikavist Rúni M. Djurhuus og Inga Dahl. Seinni nevnda hevur áður verið valdur býráðslimur, meðan Rúni M. Djurhuus tekur sæti í býráðnum á fyrsta sinni.