Nýggj amnestynevnd

TíÐindaskriv


 

Eftir aðalfundin í Amnesty International Føroya Deild 18. apríl hevur nýggja nevndin nú skipað seg. Á aðalfundinum fór formaðurin Ingibjørg Berg úr nevndini. Í hennara stað var Anna Maria Persson vald í nevndina. Hini trý, sum stóðu fyri vali, vóru øll afturvald.

Á nevndarfundi mikukvøldið skipaði nýggja nevndin seg við Anniku Sølvará sum formanni. Jette Hoydal er næstformaður, og Erling Isholm er kassameistari. Hinar báðar í nevndini eru Hildur Patursson og Anna Maria Persson. Tiltakslimir eru Maria Heradóttir og Jórun Arge.

Á aðalfundinum varð formansfrágreiðingin fyri ár 2000 løgd fram, og hon er at finna á heimasíðu felagsins www.amnesty.fo <http://www.amnesty.fo> . Urgent Action bólkinum legði eisini fram sína ársfrágreiðing, og hon er sjálvandi eisini at finna á heimasíðuni, saman við hópin av øðrum áhugaverdum tilfari um Amnesty International og um mannarættindi.