Nýggj alkometur á veg

Ferðslupolitiið á Norðursælandi hevur í eina tíð royndarkoyrt eitt nýtt alkometur, sum rættarskipanin góðtekur

Fyri at fáa staðfest, um bilførarar koyra við kenning, nýtir ferðslupolitiið tey sonevndu alkometrini. Bilførarin blæsur í tólið, sum so vísir promilluna.
Trupulleikin er tann, at alkometrið bert er vegleiðandi, og verður ikki góðtikið sum prógv í rættinum. Tí má ferðslupolitiið hvørja ferð alkometrið vísir eina ov høga promillu, fáa tikið eina blóðroynd av bilføraranum, fyri at ein skuldseting og seinni ákæra um at koyra við kenning kann halda í rættinum.
Men nú er eitt nýtt alkometur ment, sum rætturin góðtekur sum prógv, og tað er hetta alkometrið, sum ferðslupolitiið í Norðursælandi hevur royndarkoyrt.
- Tað hevur ikki alt riggað eftir vild, og leiðslan vil hava allar trupulleikar loystar, áðrenn hini politiøkini í felagsskapinum fáa nýggju alkometrini. Men tey koma, sigur Jan Fossaberg, leiðari av ferðslupolitinum í Føroyum.
Hann sigur, at sjálvt tá nýggju alkometrini eru komin, verður stundum neyðugt at taka blóðroyndir kortini.
- Við ferðsluóhapp verða blóðroyndir tiknar automatiskt, men tað verður eisini neyðugt við blóðroynd, um bilførarin eitt nú ikki vil ella orkar at blása í alkometrið, sigur Jan Fossaberg.
Hóast øll politiøki skulu hava nýggju alkometrini, so væntar Jan Fossaberg ikki, at tey fáa hesi í ár, bæði tí allir trupulleikar skulu loysast fyrst, og tí fíggjarkarmurin hjá politinum er so trongur.