Nýggj 200 løg á opnum havi

Nýggj løg vera á skránni, tá 200 fer at spæla á Ungdómstúrinum 06. Ein túr sum bólkurin gleðir seg til, sambært sangaranum Niels Arge Galán.

Festival summarið
 
Vit fingu orð á Niels Arge Galán sangara í rokkbólkinum 200, nú Ungdómstúrurin 06 hevur almannakunngjørt, at 200 verður við á ferðini til Noregs við Norrønu. Niels sigur, at teir gleða seg til túrin. Tað er altíð kul at luttaka á tiltøkum, ið eru eitt sindur ótraditionell, og tað er hesin túrurin, greiður Niels frá.
Hann sigur, at hetta er fyrstu ferð, at teir skulu spæla umborð á einum skipi, so tað er eitt sindur øðrvísi. Eisini verður talan um fleiri konsertir bæði innandura og uttandura, og tað ger hetta enn meira spennandi fyri teir, sigur hann og leggur afturat, at hann vónar, at veðrið skikkar sær væl.
 
Væl fyriskipað
Niels greiðir frá, at tað, sum veruliga fangaði teirra áhuga, var tann góða fyriskipanin. Fyrr hevur túrurin bara verið eitt stórt ball, har størsta hendingin var, at tey ungu sluppu full inn í eina danska sølumiðstøð. Men hesu ferð er túrurin eitt ting, hann er fyriskipaður úr enda í annan, við nógvum spennandi tiltøkum, so hetta er kul, at vera ein partur av.
 
Nýggj løg
200 fer á Ungdómstúrin stutt eftir, at bólkurin er komin úr upptøkuhølinum. Har teir spæla fløgu inn við í minsta lagi 15 nýggjum løgum. Niels váttar fyri Planet.fo, at hóast fløgan ikki er komin út, tá túrurin verður, so fara teir at spæla nøkur av nýggju løgunum og sjálvandi eisini allar teir stóru 200 klassikararnir. Túrurin verður sjálvandi eisini eitt slag av upphitan til konsertirnar, ið 200 skulu spæla á Roskilde Festivalinum dagarnar eftir túrin.