Nýggir vinnarar í ódnartøkum

Nøkur óvæntað úrslit vóru at síggja í øðrum umfari av ódnartøkum

Annað umfar av ódnartøkum hevur í vikuskiftinum verið í Runavík. Nakrar manningar vóru lagdar aftrat, meðan aðrar ikki vóru við hetta umfarið.

Onkrir nýggir vinnarar vóru at síggja, men í liðkappingini strýkur Havnar Róðrarfelag avstað og liggur klárt á fyrsta og á øðrum plássi.

 

Sum vant vóru somu vinnarar at síggja í róðrunum sum síðsta umfar. Tó vóru onkrir nýggjar manningar, sum gjørdu um seg.

 

Í barnaróðrinum var Ingibjørg stinnast bæði hjá gentum og dreingjum, eins og manningarnar hava verið fyrr í ár.

Lómur vann hjá 6-mannaførum við monnum, Drekin vann hjá 5-mannaførum gentum og Havnarbáturin vann í 10-mannaførum, eins og undanfarna umfar.

 

Meira óvæntað var tað, at Jallurin vann tveir av trimum róðrum á annars sannførandi Sílinum. Jallurin bleiv síðsta umfar nummar trý samanlagt, men hesaferð bar til hjá teimum bláu.

Jallurin við kvinnum var hinvegin ikki við í 5-mannafars róðrinum, meðan tveir nýggir bátar vóru at síggja í hesum róðrinum. Her gjørdist Tjaldrið nummar eitt í tættari við kapping við Teistan, sum enntá megnaði at vinna síðsta róðurin. Spurningurin er so, hvussu væl Jallurin hevði staðið seg í hesari kappingini.

 

Í kappingini millum 6-mannafør við monnum luttóku fýra bátar, og her var rættiligur spenningur í øllum róðrunum, hóast Lómur aftur í dag vann allar róðrarnar. Hósvíkingur, Gongurólvur og Páll Fangi kappaðust virðiliga um hini trý plássini, tó uttan at hótta Lóm veruliga.

Eisini í 8-mannaførum vóru argjamenn stinnastir, har Árnfirðingur nú fekk kapping frá Argjabátinum, og mátti taka til takkar við øðrum plássi.

Samlað støðan eftir annað umfar sær soleiðis út:

Barnaróður gentur

Ingibjørg – 14 stig
Frúgvin – 11 stig
Pílur – 9 stig
Fípan Fagra – 9 stig
Spógvin – 6 stig
Ørnin – 3 stig

Barnaróður dreingir

Ingibjørg – 14 stig
Pílur – 12 stig

5-mannafør gentur

Drekin – 14 stig
Falkur – 11 stig
Frúgvin – 11 stig
Blikur – 6 stig
Pílur – 4 stig
Fípan Fagra – 3 stig

5-mannafør dreingir

Sílið – 13 stig
Jallurin – 13 stig
Drekin – 10 stig
Ørnin – 7 stig
Báran – 4 stig

5-mannafør kvinnur

Tekla – 11 stig
Jallurin – 7 stig
Tjaldrið – 7 stig
Teistin – 6 stig
Falkur – 5 stig

6-mannafør menn

Lómur – 14 stig
Páll Fangi – 11 stig
Hósvíkingur – 6 stig
Gongurólvur – 4 stig

6-mannafør kvinnur

Skúgvur – 7 stig

8-mannafør

Árnfirðingur – 13 stig
Argjabáturin – 7 stig

10-mannafør

Havnarbáturin – 14 stig
Nólsoyingur – 12 stig

Tíðir og úrslit frá dagsins róðri eru á facebook bólkinum “Kappróðrarkjak” og á síðuni Ódnartøk. Triðja og síðsta umfar verður næsta leygardag, 16. september klokkan 13 í Hvannasundi. In.fo fylgir róðrinum.