Hetta er heitið á almennum fyrilestri, ið Allan Dresling, lektari, fer at halda seinnapartin hósdag
Í útbúgvingarverkinum verður áhaldandi arbeitt við at betra og nútímansgera undirvísingina. Hetta ger seg galdandi allan vegin frá fólkaskúlanum til universitetini.
Á nøkrum universitetum eru deplar, ið kanna og innføra nýggjar undirvísingarhættir. Her verða verk-ætlanir framdar, sum skulu geva stovnum, fakøkjum og lærarum íblástur til at menna og brúka nýggjar undirvísingarhættir.
Í fyrilestrinum verða dømi víst um nýggjar undirvísingarhættir við útgangsstøði í danska útbúgvingarverkinum. Røtt verður um, hvussu teir rigga og hvussu teir kunnu implementerast í undirvís-ingina.
Fyrilesturin verður á Náttúruvísindadeildini í Nóatúni hósdagin 3. februar kl 15.30.