Nýggir tónar í Parkini

Eftir at stjørnurnar høvdu smoygt seg í stríðshamin, eydnaðist tað teimum at vinna, meðan tað ikki eydnaðist hjá Brøndby, sum spældi væl, og hjá oddaliðnum, FCM, at fáa meiri enn javnleik á heimavølli


SUPERLIGAN


Sjey stig í sjey teimum fyrstu umførunum. Tað var støðan hjá FCK, tá ið teir mikukvøldið runnu inn á heimavøllin í Parkini. Broytingin hevur verið ógvuslig. Fyri trimum mánaðum síðani vunnu teir í somu viku steypafinaluna og meistaraskapin. Síðani hevur gingið beint skeiva vegin. Fyrstu ábendingarnar um, at tað vóru ov nógvir, sum sólaðu sær í gulli og skreyti og ikki arbeiddu nóg nógv, sóust í Klaksvík fyrr í summar. Tá vísti KÍ besta avrikið á árinum, men tað var mest sum ov nógv av tí góða, at teir skuldu vinna á danska meistaraliðnum.
                      FCK hevur ikki megnað at funnið rætta hugburðin aftur. Teir duttu úr Europa Cup eftir eyðmýking á heimavølli, og sunnudagin vórðu teir enn eina ferð eyðmýktir, tá ið Brøndby vitjaði. Undan mikukvøldinum hevði eitt sindur kroysti venjarin, Hans Backe, tikið avleiðingarnar. Fýra spælarar vóru skiftir út. Eitt nú fekk Peter Møller møguleikan í álopinum, har hann var undir liðini á Zuma, meðan Álvaro Santos ikki slapp upp í part.
                      Todi Jónsson er framvegis skaddur. Á heimasíðu síni sigur hann, at sjálvandi hevur vánaliga gongdin hjá FCK harmað hann, og at tað er eyka keðiligt, at hann ikki júst nú hevur møguleika at hjálpa til. Tað gongur rætta vegin hjá honum, men ikki so skjótt.
                      Mikukvøldið vóru steypini frá fyrr í summar goymd væl og virðiliga burtur. FCK var í arbeiðsklæðum móti AGF, og tað eydnaðist at vinna. FCK vann 2-1. Stig Tøfting skoraði málið hjá AGF, og Tøfting og hinir í AGF skúmaðu. Teir hildu seg vera snýttar, tá ið linjuverjin kolldømdi mál, sum teir skoraðu til 1-1. Svenski AGF venjarin fór so mikið langt, at hann segði seg harmast um, at tað enn eina ferð varð staðfest, at dómarar og linjuverjar høvdu ilt við at standa fyri trýstinum, sum teir altíð eru undir í Parkini.
                      FCK var frammanfyri 2-0, áðrenn AGF fekk mál. Álopsspælararnir hava framvegis trupulleikar. Miðvallararnir Magne Hoseth og Hjalte Bo Nørregaard vóru FCK málskjúttar.
                      FCM, Esbjerg og Brøndby hava staðið seg best í sjey teimum fyrstu umførunum. Øll hesi vóru á heimavølli mikukvøldið, og einki teirra fekk fulla úrtøku. Brøndby hevði vitjan av FC Nordsjælland. Hjá gestunum var setningurin at halda tørn um tað, sum teir høvdu við sær, og tað eydnaðist. Teir hava í summar fingið nýggjan málverja, og hann var fantastiskur. Brøndby spældi væl, og teir høvdu fleiri góðar málmøguleikar, men málverjin vardi væl fyri.
                      Esbjerg hevði vitjan av OB, sum vann 4-2. Talan var ivaleyst um besta fótbóltsdystin, sum er spældur í Danmark í hesum kappingarárinum. Toppskjúttin síðsta kappingarár, Steffen Højer, var settur á OB beinkin. Hann kom á vøllin beinanvegin eftir steðgin, og tað var vorðið sum innskifting. Steffen Højer skoraði tvey mál, og einki man vera at ivast í, at hann verður á vøllinum frá fyrsta bríksli næstu ferð.
                      FCM hevði vitjan av Viborg, sum sunnudagin vísti elendigt avrik, tá ið teir taptu móti Randers. Frammanundan hesum dystinum hevði FCM vunnið allar níggju ferðirnar, sum teir høvdu roynt seg á SAS arenuni, sum nýggi heimavøllurin hjá teimum eitur. FCM er framvegis ósigrað á nýggja heimavøllinum, men í síðsta minutti mistu teir fyrstu stigini. Viborg javnaði til 1-1. Mohammed Zidan kom ikki á málskjúttaralistan.
                      AaB hevur havt syndarliga byrjan í hesum kappingarárinum. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Randers, sum er uppflytari, og sum fyri stuttum megnaði 0-0 móti FCK og at vinna 1-0 á Viborg. Hjá AaB gjørdust fyritreytirnar uppaftur torførari, tá ið teir eftir tíggju minuttum mistu ein mann. Men AaB smoygdi seg í stríðshamin, teir spældu væl, og teir vunnu 3-0.
                      Uppflytararnir úr Silkeborg løgdu eftir summarsteðgin fyri sum eitt ódnarveður. Men nú gongur meiri striltið. Mikukvøldið taptu teir fyri fjórðu ferð á rað. Herfølge, sum frammanundan hevði tapt fýra ferðir á rað, fór úr Silkeborg við 4-2 sigri. Trý av málunum skoraðu teir í hornasparksstøðum, sum teir søgdu seg hava arbeitt nógv við undir venjing.