Sætta bókin í røðini Skakandi tilburðir, sum forlagið Føroya Met gevur út, er nú komin í bókabúðirnar.
Saman við teimum fimm bókunum, ið áður eru komnar út, eru tilsamans nærum áttati frásagnir gjørdar við føroyingar bæði heima og burturi.
Skrivað er um bjargingar á sjónum, um fólk í neyð á havinum, í bjørgum, á fjalli, í flogferðsluni, um ferðsluvanlukkur, um skip tikin av sjórænarum, skaðar í hertænastu, skalvalop, álop, eldsbrunar, húsaskaðar í ódnarveðri og um aðrar álvarsamar tilburðir, ið fólki hava verið fyri.
John S. Myllhamar hevur skrivað bókina.











