Nýggir sáttmálar fyri 160 milliónir krónur í undirsjóvartunlinum

Seinastu vikuna vóru í alt sprongdir 106 metrar. Í alt eru nú sprongdir 6.154 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.

 

Á Hvítanesi: Seinastu vikuna vóru 26 metrar sprongdir. Í alt eru nú sprongdir 2.945 metrar. Í seinastu viku var eisini farið undir at spreingja tann næsta pumpubrunnin. Hetta arbeiðið heldur fram eftir summarfrítíðina. Áðrenn summarfrítíðin byrjar komandi viku, gera teir vegabreyt í tunlinum.

 

Frá rundkoyring móti Hvítanesi: Seinastu viku vóru sprongdir 43 metrar. Har eru íalt sprongdir 901 metrar.

 

Frá rundkoyringi móti Rókini: Seinastu viku vóru sprongdir 37 metrar. Har eru í alt sprongdir 683 metrar.

 

Í síðstu viku vóru eisini avtalur um ravmagn, trygdarskipanir og veiting av pumpum til báðar tunlarnar undirskrivaðar. Felagið Roxel, sum samstarvar við El-Service á Skála, skal standa fyri at innleggja ravmagn og trygdarskipanir. Sáttmálaupphæddin er á kr. 150 milliónir fyri báðar tunlarnar. Veitingin umfatar umframt ravmagn, m.a. radarskipan, kaðal, ið skrásetur hitabroytingar, og vakmyndatól.

 

Tað verður KJ Hydralik á Kambsdali, sum skal veita og seta upp pumpuskipanirnar í tunlunum. KJ Hydralik hevur royndir frá slíkum arbeiði frá m.a. Norðoyatunlinum. Sáttmálin er uppá 11 mio. kr.