Nýggir p-pillarar økja um vandan fyri blóðtøppi

Tekur tú p-pillarar, ið eru av teimum nýggjaru merkinum, ert tú í stórum vanda fyri at fáa blóðtøpp. Hóast henda vandan eru tað tey nýggju sløgini, sum verða mest brúkt í Føroyum.

Ein donsk kanning vísir, at tær kvinnurnar, sum taka tey nýggjaru merkini av p-bollum, eru í tvær ferðir so stórum vanda fyri at fáa blóðtøpp í bein og lungu samanborið við tær kvinnurnar, ið taka eldru sløgini av p-pillarum. P-pillarar verða flokkaðir í generatiónir, soleiðis at eldru sløgini hoyra til 1. og 2. generatión, meðan tey nýggjaru sløgini hoyra til 3. og 4. generatión. Tað er innihaldið av hormonum, ið avger, hvørja generatión tey ymisku merkini hoyra til.

Apoteksverk Føroya hevur gjørt eitt yvirlit yvir søluna av p-pillarum í 2011, og sambært uppgerðini eru tað serliga nýggjaru merkini av p-pillarum, sum føroysku læknarnir útskriva til brúkararnar.

- Helst er tað so, at læknarnir útskriva tað merkið, teir kenna best og hava royndir við. Kanska gera teir tað av vana, sigur Jaspur Petersen, ið er formaður í Føroya Kommunulæknafelag.


Føroyskar kvinnur í vanda

Øjvind Lindegaard, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum, hevur gjørt eina umfatandi kanning um samanhangin millum brúk av p-pillarum og vandan fyri blóðtøppi. Kanningin hjá Lindegaard, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum British Medical Journal, umfatar allar danskar kvinnur, ið brúka p-pillarar, og sum eru millum 15 og 49 ár. Kanningin hjá danska læknanum vísir, at tekur tú p-pillarar, sum hoyra til 2. generatión, so er vandin fyri at fáa ein blóðtøpp júst helvtina so stórur, enn um tú nýtir p-pillarar, sum hoyra til tey nýggjaru sløgini. Sambært kanningini ávirka hormonini í p-pillarunum evnini hjá blóðinum at storkna, alt eftir hvørja generatión teir hoyra til, og tí er umráðandi at vera tilvitað um, hvat slag av p-pillarum, tú tekur.

Hóast danska kanningin vísir øktan vanda fyri blóðtøppi við teimum nýggju p-pillarunum, heldur formaðurin í Kommunulæknafelagnum ikki, at tær kvinnurnar, ið taka p-pillarar av einum nýggjum merki, skulu kenna seg ótryggar.

- Fyri tær kvinnurnar, sum taka 3. og 4. generatións p-pillarar og hava tað gott við hesum, er lítið sannlíkt, at hesar kvinnurnar liva í so øktum vanda fyri blótøppi, at tær skulu skifta til eitt eldri merki, sigur Jaspur Petersen, sum tó vísir á, at tað eru hjáárin við flest øllum heilivági.


Hava nústaðni fingið meira vitan

Sambært kanningini hjá danska yvirlæknanum er tó eingin ivi um, at nýggjastu p-pillararnir eru vandamiklari enn teir eldru. Tær kvinnurnar, ið brúka p-pillarar frá 2. generatión, eru í tríggja ferðir so stórum vanda fyri at fáa ein blóðtøpp samanborið við tær kvinnurnar, sum ikki brúka p-pillarar. Hjá teimum kvinnunum, ið brúka tey nýggjastu merkini av p-pillarum, er vandin øktur seks ferðir. Munurin á teimum nýggju og eldri sløgunum á p-pillarum er, at millum tær kvinnurnar, ið brúka p-pillarar frá 2. generatión, fær umleið ein út av 1000 ein blóðtøpp. Og millum kvinnurnar, sum brúka p-pillarar frá 3. og 4. generatión, er talan um eina út av 500. Hetta talið er lægri, um kvinnurnar eru undir 30 ára gamlar, hægri tá kvinnurnar eru yvir 35 ár.

At føroyskar kvinnur, eins og tær donsku, fáa nýggjaru sløgini av p-pillarum fram um tey eldru sløgini kemst av, at mann ikki fyrr enn nú hevur fingið vitan um vandan við teimum nýggjaru merkjunum.

- Hvussu tey nýggjaru merkini av p-pillarum í roynd og veru eru, vísir seg altíð seinni, tá stórar kanningar hava verið gjørdar um hjáárin aftan á nýtslu í fleiri ár, sigur Jaspur Petersen.


Avgera sjálvir hvat teir útskriva

Í útgangsstøðinum eru tað ikki ávís merki av p-pillarum, sum læknar í Føroyum útskriva, men Jaspur Petersen avvísir ikki, at summir læknar velja at geva kvinnunum eitt ávíst merki.

- Um læknar velja sær nakað ávíst merki ella fabrikata, skal eg ikki siga við vissu. Tølini viðvíkjandi blóðtøppum og p-pillarum eru so smá, at tað helst ikki eru allir læknar, ið hava upplivað, at nakar av teirra sjúklingum hevur fingið blóðtøpp orsaka av p-pillarum.

Hóast summir læknar í Føroyum ikki hava upplivað, at onkur kvinna hevur fingið blóðtøpp orsaka av p-pillarum, so leggur Jaspur Petersen dent á, at allir læknar kunna seg um nýggjastu vitanina innan heilsuøkið, tá teir útskriva reseptir.

- Ordinatiónsrætturin er fríur og væntað verður, at læknar skriva reseptir skilagott. Tann nýggjasta vitanin verður altíð so líðandi tikin við upp á ráð, sigur Jaspur Petersen og leggur afturat, at kvinnur altíð fáa vegleiðing um vandan, eisini í teimum førum, har talan er um lítlan vanda. Hann heldur ikki, at kvinnur, ið hava tikið p-pillarar frá 3. ella 4. generatión í fleiri ár skulu kenna seg ótryggar.

- Hjáárin vísa seg oftast tað fyrsta árið, eftir at ein er byrjað upp á p-pillarar. Nú vit vita um munin á teimum ymsu generatiónunum av p-pillarum, kunnu tær kvinnurnar, ið ynskja tað, skifta merki.

Jaspur Petersen væntar, at í framtíðini fara kvinnur, sum fara at nýta p-pillarar, helst at fáa útskrivað p-pillarar frá 2. generatión, inntil kanningar um p-pillarar koma við nýggjari vitan.




Yvirlit yvir hvørja generatión, tey ymsu merkini hoyra til:


1. generatión:

Conova

Econ Mite

Trinovum


2. generatión:

Cilest

Fironetta

Gynartrol

Neogentrol

Neogynon

Malonetta

Microgyn

Microgynon

Rigevidon

Triminetta

Trinordiol

Triquilar


3. generatión:

Desorelle

Femelle

Femigen

Gestinyl

Gestoden

Gestonette

Gracial

Harmonet

Lindynette

Marvelon

Mercilon

Microdiol

Milligest

Milvane

Minero

Minulet

Modina

Novynette

Triminulet


4. generatión:

Yasmin

Yaz

Yasminelle



Yvirlit av sølu av p-bollum í 2011:


Heilivágur Tal av pakkum

Novynette (3. generatión) 2.315,00

Lindynette (3. generatión) 1.763,00

Cilest tabletter (2. generatión) 564,00

Yasmin (4. generatión) 525,00

Malonetta (2. generatión) 422,00

Cilest (2. generatión) 414,00

Gestonette (3. generatión) 386,00

Desorelle (3. generatión) 358,00

Minero (3. generatión) 339,00

Triquilar (2. generatión) 284,00