Nýggir p-bollar økja um vandan fyri blóðtøppi

Ein donsk kanning vísir, at tær kvinnurnar, sum taka tey nýggjaru merkini av p-bollum frá 3. og 4. generatión, eru í dupult so stórum vanda fyri at fáa blóðtøppir í bein og lungu samanborið við tær kvinnurnar, ið taka p-bollar frá 2. generatión.

Øjvind Lindegaard, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum, hevur gjørt eina umfatandi kanning um samanhangin millum brúk av p-bollum og vandan fyri blóðtøppi. Kanningin hjá Lindegaard bleiv almannakunngjørd seinasta ár og umfatar allar danskar kvinnur, ið brúka p-bollar, og sum eru millum 15 og 49 ár.

Tær kvinnurnar, ið brúka p-bollar frá 2. generatión, eru í tríggja ferðir so stórum vanda fyri at fáa ein blóðtøpp samanborið við tær kvinnurnar, sum ikki brúka p-bollar. Hjá teimum kvinnunum, ið brúka tey nýggjastu merkini av p-bollum, er vandin øktur seks ferðir.

Munurin á teimum nýggju og eldri sløgunum á p-bollum er, at millum tær kvinnurnar, ið brúka p-bollar frá 2. generatión, fær umleið ein út av 1000 ein blóðtøpp. Og millum kvinnurnar, sum brúka p-bollar frá 3. og 4. generatión, er talan um eina út av 500. Hetta talið er lægri, um kvinnurnar eru undir 30 ára gamlar, hægri tá kvinnurnar eru yvir 35 ár.

Í Danmark brúka umleið 400.000 kvinnur p-bollar. Hvørt ár fáa umleið 200 kvinnur millum 15 og 49 ár ein blóðtøpp orsaka av p-bollum.

Niðanfyri sæst eitt yvirlit um hvørja generatión, tey ymsu merkini av p-bollum hoyra til:

1. generatión:

Conova

Econ Mite

Trinovum

2. generatión:

Cilest

Fironetta

Gynartrol

Neogentrol

Neogynon

Malonetta

Microgyn

Microgynon

Rigevidon

Triminetta

Trinordiol

Triquilar

3. generatión:

Desorelle

Femelle

Femigen

Gestinyl

Gestoden

Gestonette

Gracial

Harmonet

Lindynette

Marvelon

Mercilon

Microdiol

Milligest

Milvane

Minero

Minulet

Modina

Novynette

Triminulet

4. generatión:

Yasmin

Yaz

Yasminelle