Grái Fordurin í føroyskum tónleiki skal royna seg móti trimum óskrivaðum søgum á føroyska tónleikapallinum í tónleikakappingini Singer/Songwriter 2005 í Hafnia Lounge.
Leygarkvøldið gjørdist Brandur Jacobsen fyrsti finalisturin í ársins útgávu av Singer/songwriter 2005. Ikki sørt ólíkt vinnaranum frá 2003, Kristleif Zachariasen, streyk Brandur víðari í finaluna. Fyri fjúrtan árum síðani vann hann ársins songrødd, men síðan tá hevur at kalla eingin hoyrt hann sungið.
Leygarkvøldið bjóða fýra luttakarar seg fram til at hitta Brand í finaluni 5. november. Sum oftani áður er talan um eitt ógvuliga blandað úrval.
Fyrstu ferð
Fyri nítjan ára gamla Fróða Hansen er tað fyrstu ferð, at hann stendur einsamallur á palli, og tað er eisini fyrstu ferð, at hann fer á pall í Føroyum. Hann er stutt síðani komin aftur av tónleikaháskúla í Danmark, har tað fyri tað nógva hava verið trummurnar, hann hevur spælt. Hann sær singer songwriter kappingina sum eina spennandi avbjóðing.
- Míni løg eru gjørd til rokktónleik - og ikki til singer/songwriter stílin. Men eg havi passað tey til, soleiðis at tey rigga, sigur Fróði Hansen.
Hann sigur seg ikki duga at greiða frá, hvat hansara tónleikur snýr seg um. Tað mugu fólk sjálvi lurta seg til.
Fróði kundu í síðstu viku lurtað eftir systir sínari, Guðrið Hansen í fyrsta innleiðandi umfari. Og leygarkvøldið kann Guðrið so sleppa at hoyra lítlabeiggjan.
Fólksins dómur
Eystein Johannesen, heimasandsmaður búgvandi í Havn, hevur spælt tónleik og til dans í nógv ár. Serliga í áttatiárunum reikaðu hann og bólkurin Ravnar kring alt landið og spældu nógv til dans. Bólkurin spælir framvegis við Eystein á bassinum. Men leygardagin verður tað serliga røddin saman við klaver og einum griskum gittara, sum sleppur framat.
- Eg spæli tónleik hvønn dag. Nú vil eg vita, hvat fólk halda um tað, eg siti við til dagligt, sigur Eystein Johannsen.
Hann er í dag fjøruti ára gamal við nógvum tónleikaroyndum, men innan singer/songwriter sjangruna er hann púra ókendur.
Eitt óført høvi
Tjúgu ára gamli Pól Esbern Hanusarson hoyrdi síðsta leygarkvøld sín besta vinmann, Opur Thorleifsson, royna seg í kappingini. Nú er tað hansara túrur, men hann lovar, at tónleikurin er heilt ymiskur frá vinmanninum.
- Mín tónleikur er øgiliga melidiøsur. Eg leggi stóran dent á gittaran. Haldi eina tílíka kapping vera eitt óført høvi at royna mín tónleik, sigur Pól Esbern.
Hann býr í Skálabotni og varð í summar liðugur við HH, men tað er mest tónleikurin, ið melir í høvdinum á honum, og hann avvísir ikki, at hann fer at gera enn meira við tónleikin í framtíðini.
Grái Fordurin
Tann royndasti og uttan iva eisini kendasti tónleikarin leygarkvøldið er Niels Midjord. Hann hevur í nógv ár spælt og undirhildið Føroya fólki við sínum ógvuliga sermerkta stíli.
Reglugerðin fyri kappingina inniber tó, at hann ikki kann syngja seg víðari við kendum vísum sum eitt nú Grái Fordurin, men hann verður noyddur at spæla nýggj løg.
Tað verður tískil spennandi at hoyra, hvat Niels Midjord kemur við av nýggjum tilfarið. 56 ára gamli Niels Midjord spælir sum tann síðsti í røðini leygarkvøldið. Fyrsti luttakarin fer á pallin kl. 22:00.










