Nýggir møguleikar fyri tínum myndum

.

Í 3-aranum í SMS hava tey júst fingið eina spildurnýggja maskinu ­ Printasia ­ sum digitalt kann viðgera myndir. Maskinan kemur frá einum av teimum kendu foto-útvegarunum, Ilford, og er eina av teimum fyrstu í Danmark og tann allarfyrsta í Føroyum. Starvsfólkini í 3-aranum hava verið á skeið og lært at brúka maskinuna, og kunnu nú viðgera myndir á ymsar hættir.

»Vit kunnu nú bjóða kundum okkara at gera kopi uttan negativ, gera myndir eftir dias, vaksa myndir og taka partar burturúr, gera mynda-»pakkar« við myndum í fleiri ymiskum støddum, leggja tekst á myndina, gera rammur, visitkort, koyra reyð eygu og skøvur burtur og mangt, mangt annað«, sigur Gissur Patursson.

Í 3-aranum hava tey longu gjørt tær fyrstu uppgávurnar á »Printasia«-maskinuni, og bæði kundar og starvsfólk eru avbera væl nøgd. Dygdin er í topp ­ eins góð og á eini heilt vanligari mynd ­ í litum ella svørt/hvít.

»Vit hava gjørt stórar íløgur, tí vit vita, at nógvir av kundum okkara hava brúk fyri møguleikunum, ein tílík maskina gevur, og hetta klára vit skjótt og trygt«, sigur Gissur Patursson.