Nýggir møguleikar at fíggja bústaðir

- Vit fegnast um avtaluna, sum gevur okkara viðskiftafólki enn fleiri møguleikar fyri at fáa fíggja sín bústað, sigur Søren L. Bruhn.

Samstarvsavtala við danska realkredittstovnin DLR gevur nú Suðuroyar Sparikassa nýggjar møguleikar at fíggja bústaðir.

 

Tað var á 75 ára føðingardagshaldinum hjá Suðuroyar Sparikassa í fjør heyst, at stjórin, Søren L. Bruhn, almannakunngjørdi, at Suðuroyar Sparikassi hevur gjørt samstarvsavtalu við danska realkredittstovnin.

 

- Vit fegnast um avtaluna, sum gevur okkara viðskiftafólki enn fleiri møguleikar at fáa fíggja sín bústað – eisini við fastari rentu, sigur Søren L. Bruhn, sum vísir á at Suðuroyar Sparikassi kemur á marknaðin við realkredittfíggingini í nærmastu framtíð.

 

Stjórin vísir á, at Suðuroyar Sparikassi hevur havt nøkur fólk í Danmark til upplæring í sambandi við nýggju møguleikarnar, og tey arbeiða nú við fullari ferð fyri at fáa alt upp á pláss.