Nýggir liðfelagar til Andrew

Føroyski landsliðsframherjin Andrew av Fløtum fekk mánadagin tveir nýggjar liðfelagar, og annar sigst hava ein fortíð í føroyskum fótbólti.

Mánadagin visti danska fótbóltsheimasíðan, www.bold.dk, at siga, at felagið hjá Andrew av Fløtum, Fremad Amager, hevur fingið tveir nýggjar leikarar.

Fyrrverandi HB'ari?
Talan er um ein verjuleikara og ein áleypara. Verjuleikarin er úr Letlandi og eitur Alexandrs Roslovs, og hann spælir á lettiska U21-landsliðnum. Lettin kemur úr finska felagnum Hämeenlinna, har hann hevur spælt seinastu 18 mánaðirnar. Alexandrs Roslovs hevur tó áður spælt í Danmark við ávíkavíst Randers FC og FC Bornholm.
Áleyparin er dani og eitur Johannes Andersen. Sambært www.bold.dk hevur Johannes Andersen fyrr leikt við Skjold í Danmark, men eftir eitt rend til HB í Føroyum, er Johannes Andersen nú aftur í Danmark og Fremad Amager.
At siga, at Johannes Andersen er fyrrverandi HB'ari, er kanska í so nógv sagt. Ungi danin var eitt rend í Føroyum í fjør summar, har hann vandi við havnarfelagnum í einar tvær vikur, og hann var við í onkrum einkultum venjingardysti. Í HB mettu teir tó ikki, at danin var nóg sannførandi til, at teir vildu bjóða honum sáttmála.