Nýggir garpar skulu umboða føðilandið

Sjey feløg eiga spælarar á yngsta landsliðnum, sum mitt í næsta mánað skal luttaka á altjóða kapping í Aberdeen

U 15 LANDSLI?I?

Hvørjir ungir dreingir kring landið hava serliga góð evnir at spæla fótbólt. Serliga millum dreingirnar sjálvar, men eisini í feløgunum kring landið, er áhugin fyri hesum ivaleyst stórur.
Nú hava U 15 landsliðsvenjararnir, Mathias Davidsen og Eli Hentze givið sítt boð uppá, hvørjir teir halda vera teir stinnastu. Tað hava teir gjørt, nú teir hava úttikið U 15 landsliðið, sum skal luttaka í Aberdeen International Football Festival. Hann verður í døgunum 16. til 23. juli.
Best umboðaðu feløgini á liðnum eru NSÍ, HB, B36 og KÍ, og í alt eiga sjey feløg spælarar millum teir átjan, sum eru úttiknir, og sum í vikuskiftinum skulu á venjingarlegu á Svangaskarði, har teir skulu møta leygarkvøld klokkan 19.30 ella tá ið landsdysturin ímóti Sveis verður liðugur.
Úttiknu spælararnir eru hesir: Heini Vatnsdal og Adrian Cieslewicz, VB, Gilli Sørensen, TB, Kristin R Mouritsen, Gunnar Thomsen og Tummas Juul Thomsen, HB, Róaldur Jacobsen, Trygvi Danielsen og Ámund Hansen, B36, Jóan Símun Edmundarson, Remi Langaard, Viljormur Davidsen, Karl Løkin og Monrad H. Jacobsen, NSÍ, Hans Jørgensen, Andrias Ellingsgaard og Daniel H. Dam, KÍ og Kaj Leo í Bartalstovu, GÍ.