FLAGGDAGAR
Frá komandi ári verður flaggað frá landsins bygningum tveir dagar afturat, nevniliga 8. mars, sum er Altjóða kvinnudagur, og 24. oktober, sum er Dagur Sameindu Tjóða ella ST-dagur. Broytingin í kunngerðini um flagging stendur í seinasta Kunngerðarblaði og er tískil komin í gildi.