NESV, sum eigur baseballfelagið Boston Red Sox, váttar, at boð teirra er góðtikið av nevndini í Liverpool.
Men verandi eigarar, Tom Hicks og George Gillett, royna at forða fyri søluni, tí teir siga prísin vera ov lágan.
Í eini roynd at varðveita ræði á felagnum royna teir báðir at skifta úr stjóran, Christian Purslow, og marknaðarstjóran, Ian Ayre, við sonin hjá Hicks, Mark, og ein handilskenning, Lori Kay McCutcheon.
NESV sigur í einum skrivi frá sínum ætlanum við Liverpool FC:
»NESV ynskir at skapa eitt langtíðar fíggjarligt sunt grundarlag undir Liverpool FC, og er til reiðar at tryggja, at felagið hevur miðlarnar at byggja upp til framtíðina, íroknað at sleppa felagnum av vioð alla skuld«.
»Okkara mál er at skapa støðufesti í felagnum og aftur at flyta Liverpool FC upp á rætta plássið í enskum og europeiskum fótbólti, har kappast verður um at vinna steyp«, verður millum annað sagt í fráboðanini.
Keypið av Liverpool merkir, at Tom Hicks og George Gillett tapa 140 milliónir pund.
Premier League skal góðkenna keypið, men roknað verður við, at tað fer at henda longu hesa vikuna, skrivar BBC Sports.