Nýggir eigarar á veg í Dimmu

Sambært stjóranum á Dimmalætting, Árna Gregersen, eru broytingar á veg í eigaraviðurskiftunum í felagnum, so felagið megnar at gera nakað við skuldina á umleið 25 milliónir krónur. – Vit rokna við eini loysn tíðliga í ár, sigur stjórin

Hóast Dimmalætting nú, sambært Árna Gregersen, hevur ein positivan grundrakstur – nakað, sum ikki hevur verið í nógv ár – staðfestir stjórin, at felagið ikki megnar at forrenta skuldina í felagnum, og tí verður arbeitt við eini loysn, sum skal hjálpa upp á skuldina í felagnum.


– Tað verður arbeitt við eini loysn, so vit fáa skuldina niður, og tað kann gerast upp á fleiri mátar, sigur Árni Gregersen.


Stjórin leggur afturat, at hetta helst merkir, at nýggir eigarar eru á veg til Dimmalætting, men um verandi partaeigarar verða við í framtíðini dugir Árni Gregersen ikki at siga.


Sosialurin hevur roynt at fáa fatur á fleiri verandi partaeigarum, men hesi hava ikki tikið telefonina í morgun.




Verandi í húsinum


Tað hevur verið graml um, at Dimmalætting er á veg oman í býin at hava arbeiðspláss, men hesum avsannar stjórin.


– Tað er ongin planur at fara beint nú, sigur stjórin.


Hann leggur tó afturat, at tað verða eigararnir, sum koma at avgera, hvussu hetta fer at verða í framtíðini.




Samtakið heldur


Somuleiðis hevur ljóðað, at samtakið Dimmalætting, sum er blaðið, helvtin av Føroya Prent, ein partur av prentmiðstøðini og Sp/f Peba fór at detta sundur, soleiðis at blaðið bleiv fyri seg, men soleiðis verður heldur ikki sambært Árna Gregersen, sum eisini staðfestir, at tað verður nakað, sum komandi partaeigararnir koma at avgera.


Eisini hevur ljóðað, at starvsfólk á Dimmalætting skulu hava tikið seg saman at yvirtaka blaðið og reka tað, men sigur stjórin í hvussu so er seg ikki vita nakað um.


– Tað havi eg onki hoyrt um, sigur Árni Gregersen, og leggur afturat, at er tað so, so er tað nakað starvsfólkini gera í loyndum.



Eins tryggur og onnur


Síðan Árni Gregersen bleiv stjóri á Dimmalætting, hevur samtakið millum annað keypt Vinnuvitan og Vikublaðið, sum bæði fóru av knóranum, umframt, at felagið hevur havt eina alsamt vaksandi skuld. Nakað, sum endaði við, at Ársins Neyðrakett, sum Dimmalætting plagar at lata, varð skotin av Árna Gregersen sjálvum.


Í ár eru stórar broytingar hendar, men felagið hevur framvegis eina risa stóra skuld, hóast grundraksturin nú er vendur.


Men stjórin kennir seg ikki beinleiðis ótryggan í sessinum.


– Eg føli meg líka tryggan, sum ein og hvør stjóri nú ger, metir Árni Gregersen.





Eirikur í Jákupsstovu