Tað upplýsti Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í gjár í svari til Henrik Old, tingmann, sum spurdi, hvørji stig løgmaður fór at taka, nú Fiskimálaráðið hevur sett Fiskiveiðieftirlitið út av spælinum við at útskriva nýggj fiskiloyvi til skip, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur sett forboð fyri at fiska.
Løgmaður sigur, at almenni myndugleikin, sum er bæði Fiskimálaráðið og Fiskiveiðieftirlitið, mátti staðfesta, at hann ikki hevði heimild til at nokta nýggja eigaranum at taka skipið í brúk við nýggja veiði- og fiskiloyvinum.
Upprunin til fyrispurningin var hendingin, tá Slættaberg, sum misti fiskiloyvi í fýra vikur, tí hann hevði ov nógva hjáveiði av sild, bleiv seldur millum tvey feløg í JFK-samtakinum, so hann kundi fara til fiskiskap aftur eftir bara tveimum vikum.









