Nýggir Ducado til H.Dygd

Vindeygaverksmiðjan H.Dygd í Vágum hevur fingið nýggjar Fiat Ducado ístaðin fyri teir gomlu, sum nú høvdu tænt fyri seg.

Talan er um tríggjar arbeiðisbilar, ein við last og tveir vørubilar, sum allir hava 2.3 JTD dieselmotor. Bilarnir hava t.d. fartpilot, hita í førarasetrinum og Webasto-oljufýr. Á H.Dygd arbeiða 35 fólk. Stjóri er Jóhan á Mýrini. Tað er bilasølan Nordcar, sum selur Fiat í Føroyum.